fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Skopun og Trøllhøvdi. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 08.11.2018 (11:10)

Turt í nakrar dagar

Eitt lágtrýstsøki liggur næstu dagarnar mest sum í stað eitt vet sunna fyri Ísland. Regn ella ælaveður fer komandi dagarnar at koma inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi. Leygardagin kemur eitt brúgvalag við regni og vindi inn yvir okkum av suðri, og síðani verður tað róligari og klárar í.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin av landsynningi í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í og sólin sær. Hitin millum 7 og 10 stig. Í kvøld andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinni veksur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina í støðum upp í skrið, 18 m/s, av eystri og landsynningi. Sólglottar og yvirhøvur turt, men út á náttina skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, men sum frá líður makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m/s. Tað klárar í, tó okkurt æl verður. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av suðri ella eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl av og á og hitin um 8 stig. Um náttina lutvíst klárt og hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av suðri ella eystri, 3 til 8 m7s, seinni av norðri. Sólglottar, men okkurt æl av og á. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum fyrst hækkar í ein vestan. Móti nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 4 og 8 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her