Turt komandi dagarnar

Vindurin og regnið koma aftur mánadagin, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.

Seinnapartin í dag verður gul til stívt andøvsgul av norði, seinni minni vindur. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum eitt og fýra stig.

 

Fríggjadagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, turt og sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mánadagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av eystri og møguliga regn. Hitin millum tvey og seks stig.