Leita á in.fo

Kúrberg. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 13.03.2018 (09:28)

Turt um vikuskiftið

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Føroyum fer spakuliga í ein vestan og brúgvaløg haðani nærkast Føroyum av suðri í dag. Í morgin dýpist eitt nýtt lágtrýst vestan fyri Írland, sum førkar set eitt vet í ein útnyrðing, og brúgvaløg haðani fara fram við Føroyum hósnáttina. Mikudagin mennist eitt hátrýst yvir Skandinavia, sum sum frá líður gevur eitt sterkt rák av kaldari luft.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og í morgun regn av útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av og á, út á náttina flytir brúgvalagið seg inn yvir Føroyar av útsynningi. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Hósnáttina

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn av og á, serliga fyrrapartin. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifit við hørðum hvirlum, um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagin

Hann makar vindin út á dagin og framvegis verður yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina niður í 1 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, seinni vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin millum 2 og 6 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her