Tvær handtøkur í náttarlívinum í Havn

- Avhoyringar skulu gerast, og hyggjast skal eftir møguligum vakmyndum um hesar leiðir fyri at lýsa málið nærri, sigur løgreglan.

Eftir at skeinkistøðini lótu aftur í nátt, fór eitt harðskapsmál fram í Havn, og í morgun sita tvey fólk í varðhaldinum hjá løgregluni í samband við málið.

 

- Tað var beint fyri klokkan 05, at vit fingu eina fráboðan um harðskap, har ein persónur var álopin og endaði á Landssjúkrahúsinum við nøkrum skeinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hendingin fór fram við eitt matstað í býnum, har fólk, sum vóru úti í náttarlívinum, keyptu sær okkurt etandi.

 

- Tvey fólk eru handtikin í málinum og sita nú í varðhaldinum. Annar persónurin varð handtikin stutt eftir hendingina, og hin beint fyri klokkan 06.

 

Løgreglan sigur, at avhoyringar skulu gerast, og hyggjast skal eftir møguligum vakmyndum um hesar leiðir fyri at lýsa málið nærri.

 

- Alt málið er ikki klárlagt enn, men tað er ikki óhugsandi, at persónarnir, sum framdu harðskapin í morgun, koma fyri rættin einaferð í dag, verður lagt aftrat.