Skal landsins leiðsla skiftast út nú, so verður tað við Jørgen Niclasen sum løgmanni í samgongu saman við Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum
Tað gevur til samans 17 tingfólk, so sum tvær veljarakanningar, kunngjørdar í dag, vísa.
Fyrru kanningini sendi Tjóðvedli á Fólkatingi út í morgun. Hon gav teimum fýrstu stóru flokkunum 7 tinglimir hvør, Framsókn 2 og Sjálvstýri og Miðflokki hvør sín.
Les eisini: Fýra teir størstu fáa sjey tinglimir hvør
http://www.in.fo/news-detail/fyra-teir-stoerstu-faa-sjey-tinglimir-hvoer/
Seinna kanningin, sum Kringvarpið hevur latið gjørt, gevur tilsamans sama úrslit, men hon gevur Fólkaflokkinum nógv størri framgognd, og Javnaðarflokkinum nógv størri afturgongd.
Lúsingurin til Javnaðarflokkin er so stórur, at flokkurin missir tveir tinglimir í mun til valið 1. september í 2015.
Sambært kanningini, sum varð gjørd týsdagin, mikudagin og hósdagin í hesi vikuni millum 532 fólk, fær Fólkaflokkurin 25% av atkvøðunum og 8 tinglimir, Tjóðveldi 22,6% og 8 tinglimir, Sambandsflokkurin 21,7% og 7 tinglimir og Javnaðarflokkurin 19,2% og seks tingliming. Javnaðarflokkurin er sostatt minstur av teimum fýra størstu flokkunum.
Framsókn fær 4,5 % og tveir tinglimir, Miðflokkurin 3,9 % og ein tinglim, og Sjálvstýrisflokkurin fær 3,1 % og ein tinglim sambært kanningini.
Samgongan missir sostatt meirlutan, og Javnaðarflokkurin er stóri taparin:
| Prosent í Veljarakanning | Løgtingsmenn i kanning |
Fólkaflokkin | 25,0% | 8 |
Sambandsflokkin | 21,7% | 7 |
Javnaðarflokkin | 19,2% | 6 |
Sjálvstýrisflokkin | 3,1% | 1 |
Tjóðveldi | 22,6% | 8 |
Framsókn | 4,5% | 2 |
Miðflokkin | 3,9% | 1 |