Tvær nýggjar heiðurslønir

ÍVERKSETARADAGUR

 

Íverksetarahúsið fer framyvir at lata tvær heiðurslønir aftrat fyri at fremja íløgur og nýhugsan

 

Síðan 2009 hevur ársins íverksetari verið káraður. Nú verða tvær heiðurslønir lætnar aftrat. Ein fyri ársins íleggjara og ein fyri nýhugsan.

Hetta er fyri at eggja fyritøkum at arbeiða við nýhugsan og at gera íløgur í hugskotini hjá íverksetarum, sigur Rani Nolsøe, samskipari av Íverksetaradegnum.

- Eg síggi tað sum at vit hava eina stóra pulju av hugskotum, og um tey ikki vera tikin fram, so torna tey og hvørva, sigur Rani Nolsøe.

Hann er sera vælnøgdur við dagin í dag, ar Mikkelina Norðberg gjørdist ársins íverksetari.
SMS fekk heiðurslønina fyri nýhugsan takka verið teirra nýggju vøru - Dreymagávur.

-Eg haldi at tað er av stórum týdningi, at tað verður virt, at ein fyritøka hugsar nýtt - við Dreymagávum, hevur SMS veruliga gjørt nakað fyri ferðavinnuna í Føroyum, sum longu hevur fingi nógvar bíleggingar, vegna hesu nýggju vøruni, sigur Rani Nolsøe.

Heiðurslønina fyri íløgur fekk Royndin fyri at gera eina íløgu á 1,3 millión í ruskspannina "Dropbucket".