Tveir 100 ára føðingardagar í Havn í dag

Í dag fylla tvær »ektaðar havnarkonur« 100 ár

Í dag fylla tvær »ektaðar havnarkonur« 100 ár. Tær eru Ása Michelsen, ættað av Landavegnum, og Sylvia Berg, sum er ættað av Peturstrøð við Dalavegin.

 

Óli Jacobsen skrivar um tær báðar í Siðsøguni í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sylvia er dóttir Jákup Hans Jacobsen, kallaður Pansarin, sum var sonur Kaldbaks Petur.

 

Tey búðu nakað niðan eftir Dalavegnum á Peturstrøð, sum Kaldbaks Petur hevur lagt inn, her av navnið. Hetta var tá í tíðina langt uttan fyri býin.

 

Tey vóru fimm systkin: Sylvia, Hanna, sum giftist við Oskar Olsen av Tvøroyri, Petur, sum giftist við Matildu av Eiði, Aksel og Edmund. Umframt Sylviu er Aksel á lívi. Hann er 95 ára gamal og er granni hjá Sylviu. Hann er óføra raskur og hevur seyð enn. Matilda er 97 ára gomul.

 

Sylvia letur væl at sínum langa lívi. Hon hevur arbeitt fyri seg. Sum t.d. at seyma og binda upp á síni. Eisini við at gera klæðir burtur úr gomlum.

 

Hon er nakað deyv og nakað lamin, men annars bagir einki. Hon er púra klár og minnist væl til, og sum tað skilst, dugur hon væl at greiða frá.

 

Sylvia er ógvuliga sjálvbjargin, hon ger sjálv døgurða hvønn dag. Hon kann flyta seg runt inni á einum stóli við hjólum undir. Hon ætlar so ikki at flyta úr sínum húsum við tað fyrsta, skrivar Óli Jacobsen millum annað í drúgvu greinin í Sosialinum í dag.

 

Ása er dóttir kendan havnarmann, Kristian í Hvannasundi. Hann flutti til Havnar í 1901 saman við konu síni Sigrid, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi.

 

Havnar Jógvan og synirnir Sámal og Kristian vóru kendir reiðarar og skiparar. Jógvan átti Jubilæ, Ternuna og King Arthur. Kristian keypti Grundick í 1926 og førdi hana.

 

Systkini hjá Ásu vóru Jógvan, Kristiane, Louisa, Guttorm, Debes og Edgar. Ása var yngst og er einsamøll eftir.

 

Ása minnist væl til ta tíðina, tá ið tað var so óvist at vera fiskimaður. Komu skipini ikki aftur til tíðina, tey vóru væntað, var støðugt órógv á teimum avvarðandi. Vanliga komu tey kortini, men hjá teimum, har skipini ikki komu, var fyrst óvissan og síðan vissan ræðulig. Eina ferð vóru teir sera seinir aftur. Tá var orsøkin ov gott veður, sum gjørdi, at eingin vindur var til at sigla við seglum.

 

Ása og maðurin Helge Michelsen bygdu sær hús úti á Landavegnum. Tey giftust í 1941, og tað var skjótt, at fyrsta barnið var á veg, og tá gavst Ása við at arbeiða fast úti.

 

Børnini eru Kirstin, sum býr í Danmark, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur, sum allir búgva í Havn.

 

Helge var ein virkin maður á ymiskum økjum. Hann var losjumaður, og hann var ítróttarmaður. Helge var óførur at fara á flot og at skjóta haru og fugl. Hann hevði ábyrgdina av slaktaraforrætningini í Smæruni. Hann doyði longu í 1986, 72 ára gamal, skrivar Óli Jacobsen í greinini í Sosialinum.

 

Eru 100 ára føðingardagar vanligir í dag, so vóru teir tað als ikki, um vit fara nøkur ár aftur í tíðina.

 

Óli Jacobsen hevur kannað protokollina fyri gamla kirkjugarð í Havn, sum byrjar í 1869. Har er bert eitt fólk jarðað, sum hevur verið 100 ár. Tað var Katrina í Malthúsi, ættað úr Skálavík, sum í 1931 varð jarðað 101 ára gomul.

 

At hon av misgávum stendur fyri at vera 103 ára gomul er ein onnur søga. Annars hevur Jóannes Joensen í Fuglafirði skrásett gott 120 føroyingar, sum eru blivnir 100 ár.

 

Tá Drikka á Fløtti fylti 100 ár í 1975, var nógv gjørt burtur úr. Tá vóru 12 ár síðani seinasti føroyingur hevði fylt 100 ár. Sosialurin skrivaði í sambandi við føðingardagin hjá Drikku á Fløtti, at seinasta fólkið í Føroyum, sum náddi líka høgan aldur sum Drikka, var Karin Louisa Jacobsen á Selatræ. Hon fylti 100 ár 25. august í 1963.