Tveir bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum

Í nátt hevur løgreglan verið á ferð við ferðmátaranum

Í nátt fór løgreglan á ferð við ferðmátaranum og tað var ikki til fánýtis, tí tveir bilførarar koyrdu so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið, og tveir aðrir koyrdu so skjótt, at teir mugu taka koyrikortið av nýggjum.

 

Á Sundalagsvegnum ímillum Hósvík og Hvalvík, vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra 112 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so teir mugu taka koyrikortið av nýggjum, annars missa teir tað. Í Søldafirði vórðu eisini tveir bilførarar tiknir og teir koyrdu ávikavist 76 og 80 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 50, so teir báðir fáa klipp í koyrikortið.

 

Í morgun varð eisini boðað frá einum ferðsluóhappi á Toftum, har ein bilur hevði rent á. Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið, men har var bara skrokkskaði.