fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.07.2018 (15:41)

Tveir dømdir fyri grovan harðskap

Tveir mans fingu í Føroya rætti í gjár yvir eitt ára fongsul fyri grovan harðskap í einum balli í Havn millum jól og nýttár.

 

Tað var 29. desembur, at teir báðir menninir, annar 45 ára gamal, hin 36, blivu handtiknir fyri grovan harðskap móti einum manni. Teir vórðu ákærdir fyri at hava sligið og sparkað mannin so illa, at hann bleiv lagdur í koma á Landssjúkrahúsinum. Sambært ákæruritinum fekk hann millum annað nakrar heilabløðingar og skallabrot.

 

Menninir skyldaðu upp á hvønn annan, men dómarin valdi at festa sína lít til vertin fyri ballinum. Hesin greiddi frá, at menninir báðir høvdu tikið lut í harðskapinum.

 

Dómarin revsaði tí eldra mannin við fongsli í 15 mánaðir og yngra við 12 mánaðum. Báðir menninir hava sitið inni fyrr fyri harðskap.

 

Teir vóru eisini ákærdir fyri at hava givið vertinum nevan, men verturin kundi ikki siga, hvør teirra hevði gjørt tað. Ákæruvaldið megnaði tí ikki at prógvað, hvør teirra hevði gjørt tað, og tí valdi dómarin at fríkenna teir fyri hetta slagið.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her