fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

André Olsen 14.11.2017 (22:41)

Tveir dystir hava verið í kvøld

Tveir hondbóltsdystir hava verið leiktir í høllini á Hálsi í kvøld. Í báðum førum hevur talan verið um dystir millum Kyndil og H71 – fyrst hjá kvinnunum og síðani hjá monnunum.

 

Hjá kvinnunum vóru tað kyndilskvinnur, ið vóru tær drúgvaru. Kyndil vann dystin hjá kvinnunum 29-22, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Kyndil. Hjá kyndlakvinnum var Anna Brimnes toppskjútti, meðan Maria H. Veyhe skoraði flest mál fyri H71.

 

Í seinnu uppgerðini var størri spenningur. Har endaði tað við at H71 streyk avstað við einum 28-24 sigri, hóast liðini fylgdust stóran part av dystinum. Har var hálvleiksstøðan 13-13 javnleikur. Stóri profilurin í dystinum hjá monnunum var Hilmar Leon Jakobsen, sum ikki skeyt færri enn 10 av málunum hjá H71. Hjá Kyndli var Hjalti Mohr Jacobsen toppskjútti við átta málum.

 

Sigurin hjá H71 ber við sær, at luft nú er ímillum H71 og Kyndil í oddastríðnum hjá monnum. Har liggur Neistin fremst við 15 stigum, meðan H71 er á øðrum plássi við 14 stigum. Síðani eru heili seks stig niður til VÍF, Kyndil og Team Klaksvík á triðja plássinum, sum øll hava átta stig. Har vestmenningar tó hava spælt tveir dystir færri enn hini oddaliðini.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her