Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (10:20)

Tveir fiskimenn tiknir við hassji

Í nátt eru tveir fiskimenn tiknir fyri at hava brotið lógina um rúsevni. Løgreglan sigur, at tá ið eitt fiskiskip kom inn í nátt, gjørdi løgreglan av standa fyri skipinum við tí endamáli at kanna um nakar av manningini hevði rúsevni við sær.

 

Og úrslitið varð, at tveir mans eru skuldsettur fyri at hava hassj uppi á sær. Løgreglan sigur, at talan var um smærri nøgdir, undir 10 gramm, og mett verður sostatt ikki, at endamálið hevur verri at selja burtur av. Tí eru menninir skuldsettur fyri at hava hassj uppi á sær.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her