Tveir mans eru avhoyrdir um eldsbrunan

Enn er løgreglan ikki komin til nakra niðurstøðu um, hvørt eldsbrunin á Tinghúsvegnum var ásettur.

Løgreglan ger framvegis kanningar í húsunum við Tinghúsvegin, sum brunnu mikukvøldið.

 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at mánadagin koma teknikarar frá kriminalteknisku deild at hjálpa teimum.

 

Enn vil hann einki siga um, hvørt eldurin er ásettur ella ikki.

- Alt er opið í so máta. Vit arbeiða bæði við møguleikanum at eldurin er ásettur og at tað er ein tekniskur ella menniskjaligur feilur, sum er atvoldin til eldsbrunan, sigur hann. Hann sigur tó, at alt bendir á, at eldurin er kyknaður í gongini í húsunum.

 

Vitni høvdu sæð tveir mans renna av staðnum og Jón Klein Olsen sigur, at báðir menninir vóru handtiknir og avhoyrdir. Teir eru tó leyslatnir aftur.

 

Týsnáttina setti onkur eld á tveir skutarar í urtagarðinum á somu húsum. 

- Vit vita framvegis ikki, um nakað samband er millum eldsbrunarnar báðar, sigur Jón Klein Olsen.