fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.01.2019 (13:45)

Tveir mans skuldsettur fyri at royna at lumpa pengar frá tryggingini

Tveir mans eru nú skuldsettur fyri at royna at fremja fíggjarsvik. Tað er úrslitið, nú løgreglan í meiri enn eitt hálvt ár hevur kannað umstøðurnar eftir at ein bilur fór út av á Leirvíksvegnum í juli í fjør. Og tað er í hesum sambandi at tveir mans nú eru skuldsettir fyri at royna at lumpa pengar frá tryggingini.

 

Tað var mikudagin 25. juli í fjør , at fólk, sum vóru á fjalli í Leirvík, sóu, at ein bilur var farin á sjógv á Leirvíksvegnum. Tey boðaðu løgregluni frá, sum beinanvegin setti eitt stóra leiting í verk við bæði kavarum, bátum og tyrlu.

 

Samstundis varð eisini leitað á landi, og heitt varð á fólk, sum kanska vistu um fólk, sum var saknað, sum at siga frá. Men eingin segði frá og onki fólk var at finna við bilin. Bilurin hevði automatisk gir og tey stóðu í frígir. Løgreglan hevði heldur onga hóming av, hvør hevði koyrt bilin, tí fleiri plaga at brúka bilin, uttan at siga frá og eigarin visti ikki, hvør hevði havt bilin um hendi hendan seinnapartin.

 

Leingi varð tað ein gáta, hví bilurin, ein Mini Clubman, var farin út av. Men síðani hava avhoyringar, og kanningar hjá løgregluni, ført til, at ein 24 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava skumpa bilin út av við vilja og sostatt er hann eisini skuldsettur fyri at hava verið við til eina roynd at fremja fíggjarsvki.

 

Løgreglan sigur, at hann játtar seg sekan. Maðurin, sum átti bilin, er somuleiðis skuldsettur fyri at royna at fremja fíggjarsvik, men hann noktar seg sekan. Løgreglan sigur, at málið verður nú latið ákæruvaldinum, sum síðani tekur støðu til, hvussu farast skal fram.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her