Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.09.2018 (23:00)

Tveittur av landinum fyri at sláa mann

Ein póllendingur bleiv í Føroya rætti í dag dømdur 60 daga fongsulsrevsing og vístur úr Føroyum fyri at hava sligið ein arbeiðsfelaga í høvdið við einum glasi.

 

Teir báðir menninir vóru báðir í Føroyum í arbeiðsørindum. Hetta kvøldið vóru teir, saman við øðrum útlendskum arbeiðarum, farnir í býin, og høvdu kanska fingið nakað nógv at drekka, sum annar málbar seg.

 

Teir vóru eitt sindur ósamdir um, júst hvat var hent hetta kvøldið. Maðurin bleiv upprunaliga ákærdur fyri at hava sligið hin fýra til seks ferðir í høvdið við einum glasi. Maðurin fekk tvær stórar skeinur í høvdið, sum báðar máttu seymast aftur.

 

Ákærdi segði, at hann kundi játta seg sekan í at hava sligið tvær ferðir. At enda valdi ákæruvaldið eisini at broyta ákæruritið, so tað endurspeglaði, at hvørki vitni, ákærdi ella órættaði kundu siga neyvt, hvussu nógv sløg fullu.

 

Órættaði greiddi frá, at hann sat friðarligur við eitt borð, tá ákærdi og ein annar arbeiðsfelagi komu til sín. Hann reisir seg og tað næsta hann minnist, er at hann vaknar á gólvinum og bløðir illa frá høvdinum.

 

Ákærdi og eitt vitni vildu tó vera við, at órættaði hevði gjørt seg inn á teir fyrr um kvøldið og hevði millum annað skrætt jakkan hjá vitninum. Seinni um kvøldið vildi vitni hava at vita, hví órættaði var so illur, men sló órættaði eftir sær. Hetta sá tann ákærdi, sum tá kom vinmanninum til hjálpar og sló órættaða niður.

 

Onnur vitni, starvsfólk í barrini hetta kvøldið, høvdu tó ikki varnast nakra illstøðu framman undan sløgunum. Dómarin helt tí ikki, at ákærdi hevði prógvað, at hann var tirraður til at sláa.

 

Dómarin dømdi hann til 60 daga fongsulsrevsing fyri grovan harðskap. Dómarin vísti á, at hann hevði nýtt eitt glas at sláa við og at hann hevði lopið á mannin frá liðini ella aftanífrá, uttan at hin fekk møguleika at verja seg.

 

Við tað, at maðurin var í Føroyum í arbeiðsørindum og hevur verið her í minni enn fimm ár, bleiv hann vístur av landinum. Hann fekk eisini fimm ára innferðarforboð. Hann verður tí sendur av landinum, tá hann hevur sitið dómin í Mjørkadali.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her