Tvey fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum

Klokkan 08.17 í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir bilar høvdu stoytt saman einar 450 metrar vestan fyri Norðskálatunnilin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at í løtuni er ógreitt, hvussu ferðsluóhappið er hent, men at talan er um tveir bilar, sum stoyttu saman.

 

- Í øðrum bilinum var ein kvinna og í hinum ein maður. Enn eru avhoyringar ikki gjørdar, og tí vita vit ikki í løtuni, hvussu óhappið hendi.

 

Løgreglan sigur, at báðir persónarnir eru fluttir á Landssjúkrahúsið.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, er talan ikki um stórar sjónligar løstir, men vit vita ikki, hvussu støðan hjá teimum annars er.

 

Tá vit spyrja, um talan møguliga var um frontalan samanstoyt, sigur vaktleiðarin, at tey í løtuni einki vita um, hvussu óhappið hendi.

 

- Vit vita heldur ikki, um bilarnir, sum vóru partur í óhappinum, koyrdu ímóti hvørjum øðrum - ella um teir koyrdu sama veg, sigur løgreglan.