Tvey særd í spreinging við metro í Stokkhólmi

Ein maður í sekstiárunum og ein kvinna um tey 45 vórðu særd, tá maðurin tók ein lut upp, sum sprongdist.

 

Spreingingin var við metrostøðina Vårdby Gård uttan fyri Stokkhólm. Annað av fólkunum hevur fingið álvarsaman skaða, upplýsir løgreglan sambært Aftonbladet.

 

Tey særdu eru par. Maðurin í sekstiárunum og kvinnan umleið 45 ár.

 

Sambært Sven-Erik Olsson frá løgregluni í Stokkhólmi hevur maðurin heintað eitt hvørt upp, sum lá á vegnum, og so sprongdist tað.

 

Vårdby Gård liggur um 15 kilometrar í ein útsynning úr Stokkhólmi.

 

Bumbuserfrøðingar hjá løgregluni eru á veg á staðið, skrivar Aftonbladet.

 

Fleiri svenskir miðlar skriva, at tað kann hava verið ein hondgranat, sum sprongdist.

 

Løgreglan hevur ikki svarað uppá, hvat slag av spreingievni, talan er um, ella viljað sagt nakað um, hvussu sterk spreinginin var.

 

Abdullað Özmen, sum hevur ein spælihandil 50 metrar frá støðini, sigur, at bresturin hoydist inni í handlinum.

 

– Vit hoyrdu spreingingina. Tá vit fóru útum, sóu vit tvey fólk liggja á vegnum, sigur hann við tíðindastovuna TT.

 

Tað tykist, sum spreinginin er hend á Vårbygårdstorginum uttan fyri støðina, sigur Özmen.

 

Bæði tunnelbanin og miðbýurin í Vårdby Gård eru sperrað av løgregluni eftir spreingingina.

 

– Tú verður jú bangin. Hugsa tær um tað var hent inni í miðbýnum, sigur hann.

 

Tilsamans vórðu seks sjúkrabilar sendir á staðið. Sambært SOS Alarm vóru særdir persónar koyrdir burtur í trimum av bilunum, skrivar TT.

 

Metrostøðin í Vårdby Gård er stongd, og tað merkir, at tok ikki steðga, men halda fram til næstu støð.

 

Úr Keypmannahavn skrivar løgreglan á Twitter, at tey fylgja neyvt støðuni í Stokkhólm.

 

/ritzau/