fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.02.2018 (14:09)

Tvørafólk fáa nýggjan handil

Í næstum fer nýggjur Samkeypt-handil at lata upp á Tvøroyri, í hølunum, har John D. Hammer áður helt til. Tað eru tær báðar Laila A. Nielsen og unnustan Eva S. Berg, ið hava gjørt av at royna seg at reka handil.

 

Tær eru fyri stuttari tíð síðan fluttar heim. Laila A. Nielsen hevur starvast á Torginum í Vági, meðan Eva S. Berg er lærari í Tvøroyrar Skúla. Hon fer at halda fram við tí, samstundis sum hon fer at vera nógv í handlinum tá hon ikki er upptikin í skúlanum.

 

Laila A. Nielsen sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at hetta hevur verið ein dreymur nærmast frá barnsbeini av, at sleppa at reka sín egna handil. Handilin verður opin allar 7 dagar í vikuni frá 09-22. Tær hava keypt sær ein vørubil og fara eisini at bjóða útkoyring av vøru um alla oynna, hvønn dag.

 

Navnið á handlinum verður Esla  - tín lokali handil.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her