Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 15.03.2019 (21:50)

Tvøráfólk lata dyrnar upp

Leygardagin hin 13. apríl lata tvørafólk dyrnar upp heima hjá sær sjálvum í sambandi við eitt nýtt tiltak, sum sær dagsins ljós á Tvøroyri.

 

Suðurljóð er heitið á tiltakinum, har smærri bólkar og einstaklingar fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki ymsastaðni í miðbýnum á Tvøroyri.

 

Tvørafólk og suðuroyingar sum heild eru kendir fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi, og saman við góðum tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Tvøroyri frá síni bestu síðu.

 

Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar henda dagin í níggju ymiskum stovum frá klokkan 19 til klokkan 23, og atgongumerki, sum fara at kosta 250 krónur, verða galdandi til allar konsertirnar.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her