Leita á in.fo

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, heilsar Føroysku Sjómansmissiónini.

Vilmund Jacobsen 10.10.2018 (00:38)

Tvøroyri læt 10.000 krónur

Í samband við 100 ára dagin, hevur Føroyska Sjómansmissiónin vitjað kring landið við hugnakvøldum, og nú takkar missiónin øllum, sum virkaðu við og sum vóru við til tey seks kvøldini.

 

Hugnakvøldini vóru í Salt á Drelnesi, Missiónshúsinum á Sandi, Missiónshúsinum í Sørvági, tvey hugnakvøld vóru í Leguhúsinum í Nesvík, og eisini varð skipað fyri hugnakvøldi í matarhøllini á Kósini í Klaksvík.

 

- Hugnakvøldini vóru ein liður í 100 ára haldinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini og til tess at hátíðarhalda bókaútgávu.

 

Í takkarkvøðu, sum kann lesast á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini, verður eisini borin ein tøkk fyri heilsanir og gávur.

 

Upplýst verður, at eitt nú læt Tvøroyrar kommuna eina gávu á 10.000 krónur, og Føroya Sjómannadagur læt gávu á 6.000 krónur.

 

Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini síggjast eisini fleiri myndir, sum eru tiknar á teimum tiltøkum, sum skipað varð fyri á nevndu støðum kring landið.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her