Týsdagin kunnu fólk av sama kyni giftast

Fyrsta málið á skránni á løgtingsfundinum týsdagin er málið »Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning«. Tað er tann nógv umtalaða nágreiningin í lógarregluni um at signa borgarliga stovnað hjúnaløg.

 

Tá hendan broytingin er framd, kunnu fólk av sama kyni giftast borgarliga í Føroyum.

 

Tað kunnu tey, tá lógin er lýst. Hesaferð er lýsingin av lógini eitt sindur meira fløkt enn vanligt, tí lógin skal fyrst lýsast í Føroyum, síðani í Danmark og síðani aftur í Føroyum – ein tilgongd, sum er longri enn tá lógir vanliga verða lýstar.

 

Við aðru viðgerð varð uppskotið samtykt við 19 atkvøðum ímóti 14. Tað var samgongan og Edmund Joensen og Magni Laksafoss, sum atkvøddu fyri.