Leita á in.fo

Angela Merkel. Mynd: Ritzau

Sólvit Nolsø 25.09.2017 (12:28)

Týskarar skulu helst bíða leingi eftir nýggjari stjórn

Tað sær út til, at Angela Merkel fer at fáa tað trupult at skipa stjórn í Týsklandi. SDP, týski javnaðarflokkurin, ið hevur verið í samgongu við CDU, flokkinum hjá Merkel, segði beinaveg eftir valið, at tey vilja ikki halda fram í samgongu, men vilja nýta komandi fýra árini í andstøðu.

Tað skrivar millum annað The Guardian í dag.

Martin Schulz, leiðari í SDP, sigur, at flokkurin nú rindar fyri at hava sitið í samgongu saman við einum størri flokki og veljarin revsaði flokkin fyri tað. SDP fekk 20% á valinum í gjár, ið er ein afturgongd á góða fimm prosent.

 

Alternative für Detuchland fekk 12,6% á valinum í gjár, men Merkel hevur fyrr avskrivað møguleikan at samstarva við flokkin. AfD hevur eisini trupulleikar innanhýsis, ið hevur við sær, at flokkurin hevur nóg mikið at gera við at hanga saman.

 

Lítli flokkurin Linke verður ikki sæð sum eitt alternativ til eina samgonu við CDU, tí flokkurin er heilt einfalt ov langt úti á vinstra veinginum til at tað er ein møguleiki. Tí eru liberali flokkurin FDP og Grøni flokkurin teir, ið Merkel skal royna at vinna yvir á sína síðu.

 

Trupulleikin verður tó, at FDP og Grøni ikki samstarva væl, tí teir eru ósamdir um fleiri viðurskiftir, millum annað innflytarar og stýring av vinnuni í Týsklandi.

 

Ein stjórn við CDU, FDP og Grøna flokkinum hevði havt eina undirtøku á tilsamans góð 53%. Angela Merkel hevur sagt, at hon fyribils ongar ætlanir hevur um eina minnilutastjórn, tí hon vil hava eitt trygt grundarlag at byggja á komandi fýra árini.

 

Undir øllum umstøðum, so skal Angela Merkel nú fara undir at samráðast um eina nýggja stjórn og tað arbeiðið kann taka rúma tíð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her