Leita á in.fo

Løgreglufólk og ein sjúkrabilur á staðnum har ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu. Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 07.04.2018 (17:46)

Týskland: Bilur koyrdi inn í mannamúgvu

Fýra fólk eru deyð og umleið 20 fólk eru løstað, aftaná at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í týska býnum Münster í dag. Tað skrivar tíðindastovan AP, ið hevur upplýsingarnar frá týskum myndugleikum.


Sambært Reuters, so koyrdi bilførarin inn í eina mannamúgvu, ið sat uttanfyri eina av matstovunum í miðbýnum.


Týskir myndugleikar upplýsa fyri Reuters, at bilførarin hevur tikið sítt egna lív, og mett verður, at hann var einsamallur um álopið.


Týskir myndugleikar hava enn ikki lýst hendingina sum eitt yvirgangsálop, men álopið minnir um yvirgangsálopið í Berlin í desember 2016, tá ein vørubilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í einum jólamarknað. Ellivu fólk doyðu í tí álopinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her