Týskland kendi ætlanir um skattasnýt í Danmark

Tey fíggjarfólk, sum hava snýtt Danmark fri 12,7 milliardir krónur, vórðu avdúkað í Týslandi fyri trimum árum síðani

Tey fíggjarfólk, sum hava snýtt Danmark fri 12,7 milliardir krónur, vórðu avdúkað í Týslandi fyri trimum árum síðani.

 

Týskland hevur kent til møguligu ætlanirnar um skattasvik móti Danmark síðani 2012.

 

Tað skriva DR Nyheder og Politiken.

 

Loynilig skjøl frá týsku myndugleikunum avdúka, at týska løgreglan longu í eini rannsókn í 2012 løgdu hald á skjøl, har Danmark og fleiri onnur lond vórðu nevnd sum møgulig mál fyri skattasviki.

 

Men Týskland ávaraði ongantíð myndugleikarnar í Danmark. Og í síðani tá hvurvu 12,7 milliardir krónur úr danska statskassanum.

 

Nógvir týðandi persónar í danska málinum um svik við vinningsbýtisskatti vórðu avdúkaðir og steðgaðir í eini roynd at svika av týsku myndugleikunum , longu áðrenn svikið í Danmark byrjaði.

 

Tað vísa loynilig skjøl, sum DR Nyheder, Politiken og 17 aðrir miðlar í Evropa saman hava gjøgnumgingið. Ríkisákærar í fleiri týskum býum fóru í 2011 undir umfatandi kanning móti teimum, sum teir lýsa ein »bandi« av fíggjarfólkum, advokatum og bankaráðgevum.

 

Kanningin snúði seg um millum annað felagið Solo Capital, sum bretski fíggjarmaðurin Sanjay Shah eigur. Hann er síðani skuldsettur fyri at standa aftan fyri ein stóranpart av svikinum ímóti Danmark frá 2012 til 2015.

 

Spekulatiónin hjá bólkinum við vinningsbýtisskatti í øllum Evropa er mettur at hava kostað 410 milliardir krónur bara í teimum fimm londunum, sum eru harðast rakt.

 

Tey fimm londini eru sambært DR og Politiken í øllum skjølunum, sum týsku myndugleikarnir fingu fatur á í 2012.

 

Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri í Danmark, er skelkaður av, at týskarar ikki hava ávarað grannalondini.

 

– Tað er rætuligt, at tað ikki er hent. Um donsku skattamyndugleikarnri høvdu fingið boðini í 2012, 13 ella 14, ella greiðari boð enn vit fingu, so høvdu vit kanska havt steðgað tí, sigur hann vi DR Nyheder.

 

/ritzau/