U17 og U19: Spennandi avbjóðingar í heyst

Lutakast hevur verið í sambandi við komandi EM-undankappingar fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum, sum verða í heyst, skrivar Fótbóltssambandið

Lutakast hevur verið í sambandi við komandi EM-undankappingar fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum, sum verða í heyst, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Nú er greitt, hvørjum londum føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum eru á skránni í heyst.

 

Fyrrapartin fríggjadagin 3. mai var lutakastið í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17 dreingirnir komu í bólk C, saman við Hollandi, Kroatia og Albania. Eisini U19 dreingirnir komu í ein sterkan bólk. Føroyska landsliðið endaði í bólki J, saman við Spania, Eysturríki og Kosovo.

 

Júst hvørjar dagar kappingarnar verða, verður avgjørt í næstu viku. Men greitt er í øllum førum, at eitt av londunum í bólkinum verður vertur, og at allir dystirnir í bólkinum – um annað ikki verður avtalað millum øll londini – skulu spælast frá 2. til 10. september, 7. til 15. oktober, ella frá 11. til 19. november.