Leita á in.fo

Mynd: (Eli Hentze) U21-landsliðið í Danmark

Tróndur Arge 13.10.2018 (16:51)

U21-landsliðið komið til Danmarkar

Tað hevur verið nakað av óreglusemi í flogferðsuni seinastu dagarnar, men U21-landsliðið er nú komið vegin fram til Danmarkar, har teir týsdagin skulu spæla móti Danmark.

 

Les eisini: Tvær broytingar

 

- Danski høvuðsstaðurin tók ímóti við sólstrálum og líggjum svalandi loti. Hugnaliga gula matstovan Kystens Perle varð vitjað, áðrenn leiðin gongur norðuryvir móti Ålborg, har dysturin verður leiktur, skrivar Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Les eisini: Føroyar fáa ein avgerandi leiklut

 

Tvær broytingar eru á føroyska liðnum. Bartal Wardum og Adrian Justinussen, báðir úr HB, eru ikki við á ferðini, meðan Hugin Samuelsen úr B36 og Jann Benjaminsen úr NSÍ, eru við. Føroyar spæla í Aalborg týsdagin klokkan 17.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her