Um Bárður ráddi: Ongar kvotur til Vestmanna

Nú talar fyrrverandi løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum at flokkinum fyri at vera alt ov negativan um fiskivinnunýskipanina

– Formaðurin í Sambandsflokkinum er komin í eina margháttliga støðu. Fyrst at siga, at man kundi taka undir við 90% av nýskipanini, fyri síðan at standa uppundir háls við forkláringstrupulleikum.

 

Soleiðis skrivar Eivin Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í lesarabrævið, sum Sambandsflokkurin hevur sent fjølmiðlunum í morgun.

 

Eivin Jacobsen sigur millum annað soleiðis:

 

»Tann 12. desember 2017 fór Sambandsflokkurin upp í límingini, og bleiv støðan ikki sørt pínlig, tá man skeyt sítt egna uppskot, sum persónar høvdu brúkt nógva tí uppá, í senk.

 

Umboðini hjá Sambandsflokkinum fóru so langt, sum at leggja eitt boytingaruppskot fram til 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 18/2017: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.

 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum hevði til endamáls at strika orðingina í lógini, so ongar menningarkvotur kundu útlutast (skal man gráta ella flenna).«

 

Eivin Jacobsen fegnast um, at Vágar hava fingið sín part av menningarkvotunum. Hann sigur, at Vágarnar seinastu áini eru dotnar burturímillum, hvat fiskivinnu viðvíkur.

 

– At andstøðan við Fólkaflokkinum og Jørgen Niclasen, formanni á odda, hevur roynt at forkoma hesum, undrar nógv. Men hetta er ein erlig sak, nú kenna fólk støðuna hjá andstøðuflokkunum, skrivar Eivin Jacobsen.

 

– Heldur enn at proklamera við, at alt skal broytast til tað gamla, tá andstøðan kemur til, kundi Sambandsflokkurin - um uppboðssølan er ein trupulleiki - arbeitt við hugskotinum um at koyrt uppboðssølupartin út til menningarkvotur. Tá byrja nøgdirnar at líkjast nøkrum, sum veruliga kann brúkast til skilagóðan rakstur, langtíðarætlanir og menning, sigur Eivin Jacobsen.

 

Lesið greinina hjá Eivin Jacobsen VIÐ AT TRÝSTA HER