Um frostmarkið um vikuskiftið

Sambært Peturi Skeel Jacobsen er best at bíða við at leggja vetrarklæðini til síðis.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar kaldligar dagar um vikuskiftið. Hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður um frostmarkið, og kavi ella kavaælingur, sigur hann.

 

Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

Fyrrapartin hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um fimm stig, men seinnapartin veksur hann vindin upp í ein strúk útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin fellur niður um frostmarkið.

 

Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.

 

Leygardagin verður hvassur vindur av landnyrðingi og kavaælingur, sunnudagin minni vindur og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið um frostmarkið.