fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 5.8m/s

Leita á in.fo

Myndina eigur Ingi Sørensen

Barbara Holm 10.01.2019 (11:15)

Um vikuskiftið verður kalt

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 - 15 m/s, sum í kvøld minkar nakað. Skýggjað og sirm av og á, men seinnapartin møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 6 og 10 stig. 

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, 3 - 8 m/s. Seinni snarar hann í ein landsynningin og sunnan, og tað verður 5 - 10 m/s. Skýggjað og regn í støðum. Um kvøldið andøvsgul upp í ein strúk av suðri, seinni av vestri, 8 - 13 m/s. Skýggjað og regn, hitin millum 5 og 8 stig. 

 

Leygardagin verður andøvsgul upp ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 - 13 m/s. Skýggjað fyri tað mesta og regn. Hitin millum 4 og 8 stig. 

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, sum seinni snarar í ein norðan, 8 - 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Møguleiki er fyri sólglottum, tó tað eisini fer at regna gjøgnum dagin, og møguleiki er fyri vátakava ella kava. Hitin fer niður á millum frostmarkið og 4 stig, um náttina millum frostmarkið og trý kuldastig. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her