Umhugsar gjald fyri tíðindi hjá kringvarpinum

Metta Bock, mentamálaráðfrú úr Liberalari Alliansu í Danmark, heldur, at danska kringvarpið, Danmarks Radio, DR, skal hava eina haldaraskipan fyri tíðindi á netinum.

Metta Bock, mentamálaráðfrú úr Liberalari Alliansu í Danmark, heldur, at danska kringvarpið, Danmarks Radio, DR, skal hava eina haldaraskipan fyri tíðindi á netinum.

 

Meðan dagbløð og netmiðlar leingi hava stríðst av øllum alvi fyri at fáa brúkarar til at gjalda fyri talgilt innihald, so bjóðar DR »ókeypis« tíðindi á netinum – fíggjað við kringvarpsgjaldinum.

 

Tað hevur finigð danskar miðlar at kæra seg um ójavna kapping frá DR.

 

Mentamálaráðfrúan nevnir tí møguleikan, at DR partvíst skal fíggjast við eini gjaldsskipan. Millum annað fyri at ganga ynskjunum frá privatum miðlum á møti.

 

Tað skrivar Jyllands-Posten.

 

– Vit kundu umhugsað at sagt við DR, at allar eginframleiddar sendingar sjálvandi skulu kunna stroymast, uttan at gjaldast skal fyri tað, sigur Mette Bock.

 

– Men ynskir DR at framleiða tíðindi, greinar ella annað innihald beinleiðis til netið, so skal tað liggja aftan fyri eina gjaldsskipan. Borgarar skulu ikki noyðast til at gjalda fyri hetta gjøgnum kringvarpsgjald ella skatt, men tekna sær eitt hald, um tey ynskja tað, sigur ráðfrúan.

 

Hon heldur, at ein slík loysn »kundi verið eitt stig, sum javnsetur privatar miðlar og DR upp á ein nýggjan og tíðarhóskandi máta«.

 

Ráðfrúan leggur dent á, at danir langt síðani hava vant seg við at gjalda fyri talgilt innihald.

 

Mikudagin kom Kristian Thulesen Dahl úr Danska Fólkaflokkinum við uppskoti um, at kringvarpsgjaldið verður avtikið og ein nýggj skipan sett í staðin, har DR verður rindað umvegis skattin.

 

Danski Fólkaflokkurin heldur tað vera ein meira demokratiska loysn.

 

Danski Fólkaflokkurin hevur ta áskoðan, at DR skal fylla minni í miðlalandslagnum í framtíðini, sigur Morten Martinus, framsøgumaður í miðlamálum hjá flokkinum.

– Eg haldi, at vit skulu minka um tíðindini á netinum hjá DR, tí tey skeivkla kappingina við privatar miðlar. Vit halda, at tað snýr seg um at fáa eitt minni DR, enn vit hava í dag, sigur hann.

 

/ritzau/