Leita á in.fo

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Sólvit Nolsø 12.08.2017 (18:36)

- Umráðandi at fáa so breiða semju sum gjørligt

- Tað er eitt óheppið signal, um uppskotið fer út við smalum meirluta. Tí havi eg lagt dent á, at hetta er ikki eitt samgongumál. Tað er tilvitað, fyri ikki at gera hetta til eitt mál millum samgongu og andstøðu.

Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið um stjórnarskipanina.

Løgmaður sigur, at nú eftir hansara tykki, so er uppskotið nóg gott til at allir flokkar kunnu semjast um tað, men hann er greiður yvir avbjóðingina, at hetta kann gerast eitt mál har andstøðan er móti samgonguni.

- Eg havi brúkt tíð og orku uppá málið, fyri at fáa tað avgreitt. Helst við so stórari semju sum gjørligt. Um uppskotið fellur, so kann eg bara siga fyri meg, at eg brúki ikki meira tíð uppá tað, sigur Aksel V. Johannesen.