Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (14:28)

Umstrídda Merkið fær nýtt navn

Ferðaseðlarnir hjá Atlantsflog hava fingið nýggj nøvn. Teir eita nú Lágprís, SVEIM og SVEIM+.

- Nøvnini SVEIM og SVEIM+, sum eru funnin í samstarvi við Sprotan, hóska væl saman við øðrum nøvnum, sum Atlantic Airways brúkar, sum til dømis Sveiggj og Súlubonus. Somuleiðis er orðið “sveima” samheiti fyri at flúgva, sum somuleiðis hóskar væl til eitt flogfelag, skrivar Atlantsflog.

 

Umframt navnabroytingarnar eru fleiri tænastar lagdar afturat ferðaseðlunum og aðrar tillagingar gjørdar, boðar flogfelagið frá.

 

Nógv kjak birtist, tá in.fo bar tíðindini um, at útvaldir kundar hjá Atlantsflog høvdu fingið eitt serligt bonuskort, Merkið, sum gav teimum eyka ágóðar í samband við ferðing. Talan var um ókeypis mat umborð umframt møguleikan at nýta fast track og lounge í Kastrup.

 

Nú fer at standa enn fleiri í boðið at nýta fast-track, tí framyvir kunnu øll, sum keypa ein SVEIM-ferðaseðil nýta skjótaru leiðina gjøgnum trygdargeiran í Kastrup. Tey, ið hava keypt ein SVEIM+ ferðaseðil, kunnu harumframt eisini nýta loungina í Kastrup.

 

Atlantsflog hevur eisini slept eini nýggjari app. Nýggja Atlantic Airways-appin, sum nú er tøk á netinum, savnar allar tínar flogferðir við Atlantic Airways á einum og sama stað. Í appini ber eisini til at keypa ferðaseðlar, síggja ferðayvirlit, broyta og innskriva teg til ferðina.

 

Við appini gerst tað eisini lættari at halda skil á bæði tínum komandi og undanfarnu ferðum, sum allar liggja savnaðar í appini. Appin kann brúkast bæði til Apple og Android telefonir.

 

Sum nakað nýtt fer tað eisini at vera gjørligt at bíleggja mat sum part av øllum ferðaseðlunum, tí seinni í heyst fer tað nevniliga at bera til at keypa mat áðrenn fráferð. Bæði tá tú keypir ferðina á atlantic.fo, við nýggju appini, ella tá tú ringir ella skrivar til Atlantic Airways og eisini umvegis ferðaskrivstovurnar.

 

Samstundis hevur Atlantic eisini valt at broyta navnið á hægsta limaskapinum í trúfestisskipan síni. Mong fingu ilt fyri bróstið av at Atlantsflog soleiðis ognartók flagg okkara.

- Eftir sera nógva umrøðu av júst hesum limaskapinum og trúfestiskortinum “Merkið”, gjørdi Atlantic Airways av at broyta navnið á kortinum. Nýggja heitið er “Basalt”, sum sipar til upphav Føroya. Basalt er grundarlagið undir landið okkara, eins og góðir og trúgvir kundar eru fyri eina fyritøku, skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi.