Ungar gentur fingu pengar fyri nakinmyndir

Ein ungur maður er skuldsettur fyri at hava rindað gentum pening fyri nakinmyndir. Onkrar av gentunum eru undir 15 ára gamlar.

Løgreglan hevur skuldsett ein ungan mann fyri at hava fingið gentur at senda sær nakinmynd av sær sjálvari. Afturfyri hevur maðurin givið teimum pening. Maðurin verður skuldsettur eftir lógini um barnaporni, tí onkrar av gentunum eru undir 15 ára gamlar.

 

Maðurin verður kannaður fyri at hava sent nakinmyndir til eini tjúgu ungar kvinnur. Hann hevur eisini biðið tær senda sær nakinmyndir og fáa pening afturfyri. Flestu kvinnurnar eru undir 18 ára gamlar, onkrar undir 15.

 

Í Sosialinum í dag greiða vit frá hesum málinum, umframt at vit tríva aftur í líknandi mál, sum hava verið frammi seinastu tíðina.

 

Harumframt er eisini ein samrøða við Óla Rubeksen, SSP-ráðgeva, um hvat tað er, sum fær ungar menn og kvinnur at gera slíkt og hvat foreldrini kunnu gera í slíkum støðum.

 

Sosialurin er nú til keyps í sølubúðunum um landið og á netinum.