Ungir dreingir fingu finningarhval

- Talan var um fýra dreingir um konfirmatiónsaldur, sum funnu grindina á Gøtuvík í gjár, sigur sýslumaðurin, Karl Johansen.

Tað vóru fýra ungir dreingir, sum boðaðu frá grindini á Gøtuvík í gjárkvøldið. Teir vóru farnir úr Syðrugøtu og út á víkina at vita, um teir kundu fáa nakrar fiskar.

 

- Talan var um fýra dreingir um konfirmatiónsaldur í einum lítlum báti. Tá teir vóru komnir nakað út á víkina, hildu teir seg síggja grind. 

 

Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at dreingirnir sóu ein bólk av hvali í sjónum, men kundu sjálvandi ikki við vissu siga, um talan var um grindahval ella springarar.

 

Onkur bátur legði skjótt út á víkina, og millum hesar var ein av grindaformonnunum í Gøtu, Zakaris Jacobsen, sum skjótt kundi siga, at talan var um grindahval.

 

Sýslumaðurin, Karl Johansen, sigur, at sambært grindalógini eiga hesir fýra ungu dreingirnir, sum funnu grindina, finningarfiskin, sum er størsti hvalur í grindini.

 

- Men, í staðin fyri at velja størsta hvalin, kunnu teir sambært lógini eisini velja tveir hvalir, sum tilsamans svara til støddina á størsta hvalinum, sigur Karl Johansen.