Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 14.09.2018 (11:30)

Ungir føroyskir tónleikarar hertaka Keypmannahavn

Í næstum fara fýra ungir føroyskir tónleikarar at framføra í Keypmannahavn. Norðuratlantsbryggjan verður karmur um fýra konsertir frá ávikavist Elingborg, Silvurdrongi, Hans Andreas og Leu Kampmann. 

 

- Har hendir nógv í føroyska tónleikalívinum í hesum døgum, har nýggjar og orginalar røddir gera um seg í fleiri sjangrum, ljóðar tað frá fyrireikarunum.

 

Soleiðis lýsa tey teir fýra føroyingarnar

 

- Við einari skeivari og orginalari blanding av indiepop, hiphop og spoken word hevur Silvurdrongur tikið Føroyar við stormi.

 

- Tónleikurin hjá Elinborg er meira í stillføra endanum. Hon er uppvaksing lið um lið við G! festivalin, og tónleikur hennara endirspeglar eina intima nærveru, har náttúran setur dám á løgini og tónleikin.

 

Silvurdrongur og Elingborg spæla bæði leygardagin 22. september.

 

- Hennara tekstaunivers er eyðmjúkt og skilagott, og fest saman við teimum bleytu tónunum sóknast tekstirnir eftir at finna og skapa kosmos í kaos, skriva tey um Leu Kampmann.

 

- Í 2016 kom hansara nógv rósta útgáva Vision, sum markeraði Hans Andrias sum eitt sterkt fólka- og rocknavn í Americana-sjangruni, skriva tey um Hans Andrias. 

 

Konsertirnar hjá Lea Kampmann og Hans Andrias verða fríggjadagin 12. oktober.

 

Norðuratlantsbryggjan liggur á Christianshavn, og rundan um har hanga í løtuni skelti við lýsingum av føroysku konsertunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her