Leita á in.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

Danjal av Rana 11.10.2017 (23:00)

Ungir organistar í Kunoy

- Tað eru næstan seks ár síðani, at eg byrjaði at spæla orgul, greiðir tann bert 15 ára gamla Rannvá Andreassen frá.

 

- Eg fekk bjóðað at fáa undirvísing hjá Jóhannu Johannesen í Christianskirkjuni. Og ja, - faktist havi eg tímað hetta sera væl.

 

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni liggur ein samrøða við Rannvá Andreassen og vinkonuna, 12 ára gomlu Unu Michaelsen, sum eisini lærir seg at spæla urgu.

 

Tær báðar hava longu roynt seg sum organistar í kirkjuni: Ein sunnudag herfyri vóru tað tær báðar sum tóku sær av øllum tónleikinum til deknagudstænastuna, har ein annar ungur kunoyingur, Sørin Danielsen var hann, ið las lesturin.

 

Hetta var samstundis fyrstu ferð, at tær báðar, Una og Rannvá spældu einsamallar til eina gudstænastu!

 

Orgul er neyvan fyrstaval hjá mongum ungum, ið ynskja at útbúgva seg innan tónleikin. Men tað finnast tó undantøk.

- Jú, eg veit, at nógv onnur ung dáma betri at spæla guittara, klaver ella okkurt annað. Mær dámar tó væl at spæla orgul, hóast onkur helt, at tað var eitt sindur spesielt ljóðføri, greiðir Rannvá Andreassen.

 

- Men tað er eisini eitt sindur serstakt, at kunna fáa møguleika at spæla til sjálvan sálmasangin undir eini gudstænastu, leggur hon aftrat.

 

Hóast tær báðar eru ungar, so hava tær fleiri ferðir víst øðrum, hvør dugur er í teimum.

 

Tær hava spælt til eina skrúvugudstænastu í Christianskirkjuni, har tað vóru minst 180 fólk í kirkju, og stutt eftir – her myndin er tikin - við eina pitsa-gudstænastu í Kunoyar kirkju, har omanfyri 100 fólk í øllum aldrum vóru møtt upp.

 

Les alla samrøðuna á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.no.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her