Leita á in.fo

Hervør Pálsdóttir

Pætur Hjalmar Evensson 11.02.2019 (10:30)

Ungur aktivistur ætlar sær í Løgtingið

23 ára gamla Hervør Pálsdóttir bjóðar seg nú fram sum valevni fyri Tjóðveldi. Hervør Pálsdóttir er aktivistur, forkvinna fyri Unga Tjóðveldið, virkin í Fríum Vali og hevur seinastu tíðina verið við til at skipa fyri veðurlagsverkføllunum, sum eru hvønn fríggjadag uttan fyri Løgtingið. Harumframt lesur Hervør politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum á triðja ári. 

 

Hon heldur, tað er ein stórur trupulleiki, at ung ikki eru umboðað í Løgtinginum. Hjartamál hennara eru frælst ríki, frí fosturtøka og veðurlagsbroytingar.

 

- Fyri at gera Føroyar betri skulu radikalar broytingar fremjast og avgerðir takast. Vit noyðast at taka fulla ábyrgd av landinum og skipa Føroyar sum eitt frælst ríki, taka veðurlagsbroytingar í størsta álvara og ganga á odda fyri einum grønum orkuskifti, tryggja føroyskum kvinnum rættin til fría fosturtøku og býta virðini javnt ímillum okkum øll, sigur Hervør Pálsdóttir.

 

Hon vil harumframt virka fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum, og so vil hon eisini savna Fróðskaparsetrið í ein bygning fyri at menna lestrarumhvørvið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her