fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Tyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið, men har var einki at gera

Áki Bertholdsen 12.07.2018 (15:38)

Ungur maður dottin oman á Trøllanesi

Á miðdegi í dag fekk løgreglan boð um, at ein maður var dottin oman í Skorini, vestantil á Kalsoynni, tætt við Trøllanes. 

 

Hann var farin sjálvur fimti á fjall, tá ið hann, av einhvørjari orsøki, fór út av bakkanum og fall einar 300-400 metrar út av.

 

Løgreglan sigur, at bjargingarlið fóru at leita, bæði Tjaldrið, Lív og Ziska fóru at leita, umframt at boð vóru eftir tyrluni at leita.

 

Nakað seinni varð hann sæddur, flótandi á sjónum, og hann varð tikin upp í Tyrluna, og fluttur á Landssjúkrahúsið. Har varð staðfest at hann var deyður.

 

Maðurin var 29 ára gamalur, hann var ættaður av Trøllanesi, men búði í Kvívík. Familjan hevur fingið boðini um vanlukkuna, sigur løgreglan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her