Leita á in.fo

Úti á Reyni í Havn. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 13.02.2018 (08:39)

Upp í 30 m/s í morgin

Eitt lágtrýst millum Ísland og Írland fer í ein útnyrðing. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni og vátaslettingi kom í nátt inn yvir Føroyar av útsynningi. Síðani kemur eitt kalt rák av útsynningi við ælaveðri, áðrenn eitt nýtt djúpt lágtrýst leggur seg í ein útnyrðing úr Skotlandi. Tilhoyrandi brúgvalagið við regni og vindi fer framvið Føroyum úr vestri mikudagin. Síðani streymar køld, óstøðug luft við regni og ælaveðri inn yvir okkum aftur av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur, kavi ella heglingur. Hitin fellur til millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina snarar í sunnan og landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl, sum frá líður vátaslettingur og kavi. Hitn um kvøldið millum 3 kuldastig og 2 hitastig, um náttina upp í 5 hitastig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í skrið ella storm av landsynningi, 18 til 23 m/s, við hørðum hvirlum, 28 til 30 m/s, sum út á seinnapartin lækkar í ein sunnan og makar í stívt andøvsugl upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í, tó nógv ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina lutvíst vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveðuðr, lutvíst vátaslettingur og seinni kavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum fer í ein útnyrðing og makar vindin. Sum frá líður skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her