Leita á in.fo

Mynd: Fisk.fo

Hallur av Rana 10.08.2018 (11:05)

Uppboðssøla útsett

Afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli, ið upprunaliga skuldi verða ávikavist  20. juni og 27. juni 2018, eru enn einaferð útsettar.


Fyrr í ár kunngjørdi Fiskimálaráðið, at uppboðssølurnar blivu fluttar til 14. og 16. august, men í dag boðar ráðið frá, at tær verða útsettar eina viku aftrat.


Fiskimálaráðið vísir á, at neyðugt er at avgreiða menningarkvoturnar, áðrenn uppboðssølan verður hildin.


- Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í hesum døgum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her