Uppgerð við uttanríkispolitisku heimildarlógina

Tað ber ikki til at lata týðandi viðurskiftir upp í hendurnar á mótpartinum, tí hesum er ongin sloppin væl frá nakrantíð. Tí mugu vit gera upp við uttanríkispolitisku heimildarlógina og vinna okkum størri uttanríkispolitiskt rásrúm, skrivar Magni Arge, fólkatingsmaður, í hesi tíðargreinini

 

Arktiska ráðstevnan í Eigtved pakhus í Keypmannhavn herfyri var týðiliga merkt av donskum diplomatiskum snildi.

 

Øll londini í kongaríkinum bjóðaðu til ráðstevnuna í felag. Tey høvdu hálað sjálvan krúnprinsin oman av Amalienborg at seta stevnuna, áðrenn teir sonevndu javntsettu partarnir í Kongeriget Danmark við hvør sínari talu skuldu adressera heimselituna í arktiskum málum.

 

Men Poul Michelsen spilti spælið, tá hann noktaði at taka á seg leiklutin sum pyntidukka í arktiska teatrinum á Eigtved pakhus. Uppaftur verri bleiv tað, tá hann samstundis las illbønir yvir danska uttanríkisráðharran, tí hann hevði ógildað eina samstarvsavtalu – sum í grundini bara er ein yvirlýsing -  millum Grønland, Ísland og Føroyar.

 

Hevði Martin Breum, sum leiddi ráðstevnuna, havt fríar hendur, so kundi hann brúkt júst hetta sum eitt klokkuklárt dømi um konfliktina millum geopolitiska áhugan fyri arktiskum viðurskiftum og so tann lokala viljan at menna búskap og vælferð hjá teimum, sum búgva í økinum.

 

Pynt á ráðstevnum

Flestu ráðstevnur um Arktis taka støði í geopolitiskum spurningum. Tungvektararnir í arktisku kjakunum eru umboðini fyri londini, sum liggja við markið upp ímóti Íshavinum.  Dagliga arbeiða hesi fólkini í Washington, Ottawa, Moskva, Oslo ella Keypmannahavn.

 

Men fólkið, sum býr í økinum, er fáment, og tí fáa teirra áhugamál lítla rúmd í arktisku skránni hjá tungvektarunum. Men tey rigga væl sum pynt – tey, sum koma úr White Horse, Iqaluit, Umanaq, Grímsey, Koltri, Jokk Mokk og Rovaniemi.

 

Tað er ein støða, sum fleiri vilja broyta, so vælferðin hjá fólkinum í Norðurhøvum fær hægri raðfesting. Í tí sambandinum er onki meira natúrligt enn, at londini í útnorðri, Grønland, Ísland og Føroyar, finna saman um felags menningarmál. Og hetta er vilji til í Nuuk, Reykjavík og Havn.

 

Danska valdið

Tá Taksøe-jensen herfyri skrivaði, at “Danmark er en arktisk supermagt”, visti hann væl, at hann samstundis viðurkendi, at uttanríkispolitiska ræðið á serliga Grønlandi, men eisini Føroyum, ger Danmark til ein geopolitiskan tungvektara. Hesa støðu vil danski staturin varðveita, tí Danmark missir bæði tign og mæti í altjóða samfelagnum uttan hesa støðu.

 

Trætan millum Føroyar og Danmark, sum førdi til, at danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, boðaði íslendingum frá, at føroyingar og grønlendingar høvdu ikki heimild at skriva undir yvirlýsing um samstarv við íslendingar, skal síggjast í hesum ljósinum. Teir staðfesta bara, at maktin liggur í Keypmannahavn.

 

Danskarar hava ivaleyst eisini eina juridiska sak her, tí tingið var so lítið framskygt, at tað tók undir við eini niðurbinding í uttanríkspolitisku heimildarlógini frá 2005. Eg skal ikki viðgera tann partin nágreiniliga her, men bara staðfesta, at Føroyar líka síðan fiskimarkið varð flutt út í  1977 hava samráðst og skrivað undir sáttmálar við onnur lond um bilateralar fiskiveiðiavtalur. Uttan at spyrja Danmark og uttan at nevna Danmark.

 

Og Føroyar taka eisini lut í NAMMCO  og Útnorðurráðnum, ið bæði eru samstørv millum lond í Norðurhøvum, sum hava til endamáls at fremja og styrkja samstørv millum londini. Danmark er ikki partur av teimum samstørvunum heldur.

 

Ofta ikki samd

Men síðan heimildarlógin kom, er meginreglan tann, at øll mál skulu vendast á borðinum í danska uttanríkisráðnum, og Føroyar skulu luttaka í altjóða samfelagnum sum KongerigetDanmark for så vidt angår Færøerne, hvør so fann uppá hesa margháttligu og niðrandi orðingina.

 

Tað heilt skilaleysa í konstruktiónini liggur í teimum felagsskapum og samráðingum, har bæði Grønland og Føroyar luttaka. Tá er skipanin, at vit skulu vera samd um okkara støðu. Vit hava bara eina atkvøðu og atkvøða tí blankt, tá vit eru ósamd. Og tað er ikki altíð, at Føroyar og Grønland draga eina línu – minni enn so.

 

Áðrenn heimildarlógin kom í gildi, vóru reglurnar ógreiðari, men eisini smidligari enn nú, tá brúk var fyri at laga seg til ein nýggjan politiskan veruleika.

 

Í dag hómast ein áhaldandi hugur frá danskari síðu at reka føroyingar og grønlendingar inn í eina tronga juridiska heimildarrætt, samstundis sum tørvurin á uttanríkispolitiskum smidleika hjá okkum økist, tí vit støðugt mugu laga okkum til eina dynamiska globalisering og skiftandi viðurskiftir í nærumhvørvinum.

 

Og tað mugu vit, tí vælferðin hjá okkum byggir á evnini at verja og víðka um atgongdina til fiskiskap úti sum heima, førleikarnar at virðisøkja bæði villan og aldan fisk og atgongdina til altjóða marknaðin, sum vil lata góðan prís fyri vøruna. Tá Danmark saman við ES boykottaði Russland, hildu vit fram at flyta út fisk til Russlands. Tí tað gagnaði okkum og gagnar okkum enn.

 

Sporini frá makrelstríðnum eru týðilig enn – bæði í Danmark og i Føroyum. Fyri okkum hevur tað týdning at hava fleiri dyr opnar, um vit aftur verða fyri stongsli. Meðan tað smakkar dønum illa, at uttanríkispolitikkurin í kongaríkinum hevur fleiri høvd.

 

Skulu vit varðveita og menna vælferðina í Føroyum, hava vit snøgt sagt ikki ráð at styðja okkum til Danmark og ES í øllum uttanríkispolitiskum málum. Tí tá verður nógv minni í okkara part, og búskapurin tódnar. Tað tola vit illa, tí meiri enn 90 prosent  av inntøkugrundarlagnum hjá landi og kommunum stavar frá egnum virksemi, meðan minni enn 10 prosent koma frá danska blokkinum.

 

Rætt at bjóða av

Føroyski búskapurin er óloysiliga knýttur at millumtjóða og globalum viðurskiftum. Tað er tann danski eisini. Men teirra viðurskifti í uttanríkis- og handilspolitiskum málum eru knýtt at ES, og tað er okkara ikki. Tvørturímóti hava vit í summum førum púra hvør síni áhugamál og enda í hvør sínum parti.

 

Tí mugu vit gera upp við uttanríkispolitisku heimildarlógina og vinna okkum størri uttanríksipolitiskt rásrúm. Tað ber ikki til at lata týðandi viðurskiftir upp í hendurnar á mótpartinum, tí hesum er ongin sloppin væl frá nakrantíð.

 

Tí haldi eg eisini, tað var rætt at bjóða dønum av í stríðnum um samstarvssáttmálan við Ísland og Grønland, hóast málið ivaleyst kundi verið loyst juridiskt við onkrari málsligari fintu, so danskir myndugleikar kunnu siga, at tað liggur inden for grundlovens rammer. Men tað er ikki kjarnin í málinum. Kjarnin er at vinna okkum størri rásarúm í uttanríkispolitiskum málum, og tað fáa vit ikki uttan stríð.

 

Rásarúmið skulu vit brúka til at standa fyri egnum samráðingum við Bretland í sambandi við Brexit, vit skulu taka lut í NEAFC og øðrum líknandi felagsskapum í egnum navni og við egnari rødd, vit skulu støðugt fremja samstørv við onnur lond í útnorðri, ið hava somu áhugamál sum vit, og annars flyta okkum í mun til avbjóðingar og møguleikar, sum standast av broytingum á altjóða pallinum. Tá eru okkara áhugamál best vard.

 

Vit kunnu væl samstarva við danir, har samljóð er millum okkara áhugamál, men vit eiga ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka eina støðu, har okkara egnu áhugamál verða sekunder í mun til tey donsku, ella eina støðu, har donsk betongjura bremsar føroyskum framfýsni.

 

Tí tá er vandi fyri, at føroyska tjóðin bløðir sína vælferð.