Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.02.2019 (23:00)

- Upplagt at lova oljufeløgunum framat

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, hevur ofta gjørt vart við avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingunum. Hann heldur ikki, at landsstýrið hevur gjørt nóg mikið fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Hansara ynski er, at Føroyar seta sær ítøkilig mál fyri, hvussu nógva grøna framleiðslu Føroyar vilja hava.

 

- Í Danmark setir mann sær mál fyri, hvussu nógvar vindmylluparkir, mann vil hava upp at standa hvørt ár. Har ger mann eina langtíðarætlan, og so setir mann øki av til tað og bjóðar tað út, soleiðis at aktørar kunnu bjóða inn, vísir hann á.

 

Hann heldur, at rætta stigið at taka er at fáa fleiri aktørar inn á banan sum viðspælarar í orkuframleiðsluni, tí í løtuni er bara SEV.

 

- Við at lata oljufeløgini vera við í føroysku orkuframleiðsluni fara aktørarnir at kappast um kundarnar. Kundarnir hugsa alsamt meira í grønum loysnum, og fyri at varðveita kundarnar mugu oljufeløgini skapa nýggjar grønar leistir, og harvið gerast tey grønari, sigur Magni Laksáfoss.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her