Upprunalimur í ELO deyður

Ein av upprunalimun í Electric Light Orchestra er deyður.

Tandy og Lynne

Ein av upprunalimun í Electric Light Orchestra, Richard Tandy, er deyður.

 

Tandy leikti ljómborð, og saman við eittnú oddafiskinum í bretska bólkinum, Jeff Lynne, var hann ein av upprunalimunum í ELO, og hevur Lynne verið á sosialum miðlum og sagt frá hesum og frá sorg síni.

 

Á fyrstu útgávuni hjá ELO frá 1972, leikti Tandy bass, men tá ein bólkalimur seinni fór úr bólkinum, tók Tandy sessin við ljómborðið, og hann hevur eisini sungið onkran av sangunum hjá bólkinum, ið hava klárað seg væl á listunum.

 

ELO spældi til 1986. Nógv eru komin og farin, men Lynne og Tandy hava verið við allan vegin. Eisini tá bólkurin kom afturí aftur í 2014 sum Jeff Lynne’s ELO.

 

Saman við hinum í ELO varð Tandy í 2017 limur í Rock and Roll Hall og Fame.

 

##med2##

 

Tandy og Lynne