Terta við aspargus og fleski
Hendan leskiliga tertan er nemm at gera, og hon kann eisini lættliga gerast dagin fyri
Tilfar:
150 gram av mjøli
½ teskeið av sukuri
½ teskeið av salti
6 súpuskeiðir av margarini
4 stór egg
300 ml av mjólk
½ teskeið av salti
6 flísar av tjúkkum fleski (ella 12 flísar av tunnum fleski)
Umleið 250 gram av aspargus
Umleið 100 gram av rivnum osti – ein Gruyere ostur hevði hóskað væl til hesa tertuna.
##med2##
Mannagongd:
Soleiðis gert tú tertubotnin:
Set ovnin á 190°C
Koyr mjølið, ½ teskeið av sukuri og ½ teskeið av salti í eina hvirlu og rør saman. Koyr síðani margarin og rør inntil deiggið morlar. Koyr síðani 3-5 teskeiðir av vatni í og rør eitt sindur millum hvørja skeið. Legg deiggið í ein ílat og dekka við filmi. Fryst í 30 minuttir ella set í kuldasap í upp til tveir dagar.
Stroy nakað av mjøli á borð og á kakurullu og rulla síðani deiggið umleið 30 cm í diametur. Flyt á ein tertuform, sum er umleið 22 cm. Trýst eyka deiggj undir kantarnar og ger soleiðis eina tjúkka rond. Krúlla rondina frameftir. Forbaka tertubotnin í 15 minuttir. Lat kølna nakað.
Soleiðis gert tú fylluna:
Píska saman egg, mjólk og ½ teskeið av salti í ein bolla. Steik síðani fleski á eini pannu og tak tað av, tá tað er liðugt. Legg tað á ein tallerk, og steik síðani aspargusið á somu pannu í 2 minuttir. Rør fleskið, aspargusið og rivna ostin saman við restina av tilfarinum í bollanum. Stoyt tað síðani í kalda tertuformin.
Baka á 190°C í 35 til 45 minuttir ella inntil miðjan ikki er flótandi longur. Borðreið tertuna heita ella lunkaða.
Prei:
Ger eina ella fleiri tertur kvøldið fyri, koyr matfilm á og set í kuldaskápið til morgunin eftir. Hita upp aftur á 190°C í 15 minuttir – ella til hon er heit.
Prei til tey við ringari tíð: Ger lætt og keyp tertubotnin. Tá sparir tú nakað av tíðini