Upptakt: Kosta Rika - Serbia

Fyrsti HM-dysturin í dag er millum Kosta Rika og Serbia

Kosta Rika og Serbia hittast klokkan 12.00 í dag, í fyrsta dystinum í bólki E.

 

Kosta Rika gjørdi veruliga um seg í HM fyri fýra árum síðani, og áhugavert verður at síggja um liðið kann endurtaka góðu avrikini.

 

Serbia hevur verið nakað niðanfyri fremstu evropeisku fótbóltstjóðirnar seinastu árini, men tykist at hava alt nakrar spennandi leikarar til hendan HM-hópin.

Teir eru eisini favorittar at vinna á Kosta Rika í dag.

Øll eygu venda móti serbiska Lazio-leikaranum, Sergej Milinkovic-Savic, ið verður jagstraður av heimsins fremstu feløgum. Hann er stóra stjørnan á serbiska liðnum, og kann nú vísa seg frem á størsta pallinum.

 

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Kosta Rika: 5.50

Javnleikur 3.40

Serbia 1.83

 

Sjónvarp:

KVF og DR1