Urd nýggjur samskipari í Musikkskúlanum

Urd Johannesen sett sum samskipari í Tórshavnar Musikkskúla.

 

Í summar varð lýst eftir samskipara til Tórshavnar Musikkskúla at samkipa átøk og verkætlanir í skúlanum.

 

Fleiri umsóknir vóru til starvið, og varð Urd Johannesen sett í starv at byrja 17.september 2018.

 

Urd er útbúgvin M.A. í Arts Management og Cand Mag í enskum og altjóða viðurskiftum.