Úrvalsítrótturin fær 1,6 milliónir krónur í 2024

Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum umboðandi 10 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2024

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og 5 lið, boðar nevndin frá.

 

Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. 5 ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrval umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.

 

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

 

- Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

 

37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.

 

 

Játtaðar umsóknir 2024

 
 

Navn

 
 

Samband

 
 

Játtan

 
 

Jóannes Poulsen

 
 

Bogaskjóting

 
 

50.000

 
 

Sámuel Petersen

 
 

Bogaskjóting

 
 

50.000

 
 

U16/17 gentur og dreingir

 
 

Flogbóltur

 
 

20.000

 
 

Aron D. Jacobsen

 
 

Fimleikur

 
 

50.000

 
 

Ronja Johannessen

 
 

Fimleikur

 
 

20.000

 
 

A-landslið menn

 
 

Hondbóltur

 
 

250.000

 
 

U04 menn

 
 

Hondbóltur

 
 

250.000

 
 

U06 menn

 
 

Hondbóltur

 
 

20.000

 
 

Ranja Joensen

 
 

Badminton

 
 

20.000

 
 

Hávard Vatnhamar

 
 

Súkkling

 
 

100.000

 
 

Elisabeth Erlendsdóttir

 
 

Svimjing

 
 

100.000

 
 

Vár E. Eidesgaard

 
 

Svimjing

 
 

100.000

 
 

Líggjas Joensen

 
 

Svimjing

 
 

50.000

 
 

Isak Brisenfeldt

 
 

Svimjing

 
 

30.000

 
 

Ungir úrvalssvimjarar

 
 

Svimjing

 
 

20.000

 
 

Niels Áki Mørk

 
 

Styrki

 
 

75.000

 
 

Pól Hendrikur Andreasen

 
 

Styrki

 
 

75.000

 
 

Maibritt Reynheim Petersen

 
 

Styrki

 
 

75.000

 
 

Jónas G. Isaksen

 
 

Frælsur ítróttur

 
 

125.000

 
 

Eiri J. Glerfoss

 
 

Frælsur ítróttur

 
 

75.000

 
 

Høgni Kunoy Dávason

 
 

Taekwondo

 
 

75.000

 
 

Í alt

 
 

 

 
 

1.630.000