USA: Landsliðsvenjarin gevst eftir HM vónbrot

Bruce Arena gevst sum landsliðsvenjari hjá amerikanska fótbóltslandsliðnum eftir lagnutunga tapið ímóti Trinidad og Tobago

Bruce Arena gevst sum landsliðsvenjari hjá amerikanska fótbóltslandsliðnum eftir lagnutunga tapið ímóti Trinidad og Tobago.

 

Harvið miseydnaðist royndin hjá USA at sleppa við til endaspælið næsta ár.

 

Amerikanska fótbóltslandsliðið lorkaði burtur kvalifikatiónina til endaspælið í Russlandi, tá liðið týsdagin á útivølli tapti 1-2 ímóti Trinidad og Tobago. Javnleikur hevði tryggjað USA HM pláss.

 

Tað er fyrstu ferð síðani 1986, at USA ikki er við til endaspælið í HM.

 

– Vit megnaðu ikki uppgávuna, tað er mín ábyrgd, segði Bruce Arena fyrr í vikuni.

 

66 ára gamli Arena tók við sum venjari í november í fjør, tá týski Jürgen Klinsmann fekk sekkin.

 

Mexico, Costa Rica og Panama hava tryggjað sær beinleiðis HM-pláss í norður- og miðamerikansku HM-undankappingini. Honduras skal spæla tvey playoffdystir ímóti Avstralia.

 

/ritzau/dpa