Útboðið av laksi nærum óbroytt í fjórða ársfjórðingi

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi var umleið 0,3% hægri í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri, tá hædd er tikin fyri goymslubroytingum.

Uttan goymslubroytingar minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 1,8% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

 

Tað skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun.

 

Nærum óbroyttir laksaprísir

 

Laksaprísurin, í evrum, var 0,2% lægri í fjórða ársfjórðingi, í mun til sama ársfjórðing í fjør. Avmarkaður vøkstur í útboðnum av laksi og stórur eftirspurningur, serliga í USA og Kina, hava ávirkað laksaprísirnar. 

 

2% vøkstur í útboðnum av laksi í 2024

 

Altjóða útboðið av laksi fyrra hálvár 2024 verður á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør. Í øðrum hálvári 2023 veksur útboðið væntandi 4% og samlað fyri alt árið 2024 væntast vøksturin at verða um 2%, uttan atlit til goymslubroytingar.

 

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Eysturevropa (undantikið Russland) og í Fjareystri. 

 

Aling

 

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið sera góð í fjórða ársfjórðingi. Dupultvirkandi feskvatnsskipanin, til viðgerð ímóti millum annað laksalús, hevur havt ein týðandi leiklut og ført til metlág lúsatøl.

 

##med2##

 

Miðalvektin á tikna fiskinum, vøksturin og fóðurgagnnýtslan batnaðu eisini í hesum ársfjórðinginum. Hetta sást serliga aftan á oktobur, tá tann seinasti fiskurin varð tikin, av teimum sum vórðu sett á sjógv sum smolt við lægri góðsku, tí smoltini høvdu verið útsett fyri vánaligari vatngóðsku á eini smoltstøð í 2021. Útlitini fyri føroyska aligeiran eru góð, og Bakkafrost væntar í komandi ársfjórðingum at taka størri fisk og áhaldandi at betra um lívfrøðiliga raksturin. 

 

Í smoltalingini í Føroyum hevur Bakkafrost seinastu árini áhaldandi arbeitt við at víðarimenna góðskuna av smoltunum, ið nú verða framleidd størri enn áður, sum eisini er torførari. Smoltgóðskan er ment munandi, síðani fyrstu stóru smoltini vórðu latin frá smoltstøðini á Strond. Nú er farið undir næsta stig, sum snýr seg um at framleiða fleiri stór smolt, samstundis sum góða smoltgóðskan verður varðveitt. Stóru útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum, Glyvradali og Viðareiði hava økt framleiðsluorkuna við meira enn 50% og nú økist smoltframleiðslan enn meira Nýggja smoltstøðin í Skálavík, sum Bakkafrost undirskrivaði sáttmála um í fjórða ársfjórðingi 2024, fer at leggja umleið 7 milliónir smolt á 500g afturat framleiðsluorkuni. Byggingin byrjar væntandi í fyrsta ársfjórðingi 2024, og tá ið smoltstøðin er liðug, umleið trý ár seinni, verður møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 24 milliónir smolt árliga á 500g, sum greitt er frá í 5-ára íløguætlanini. 

 

Sjógvalingin í Skotlandi hevði lívfrøðiligar avbjóðingar í seinna hálvári 2023, tá ið sjógvurin er heitastur og lívfrøðiligu váðarnir størstir. Seinnu árini hava alifeløgini í Skotlandi stríðst við pinku-hvalspýggjur og annað, sum ger seg inn á toknuheilsuna hjá fiskinum. Lívfrøðiliga gongdin hjá Bakkafrost er tó batnað munandi síðani miðjan september 2023, og fellið er somuleiðis minkað munandi. Øktu førleikarnir at viðgera við feskvatni hava sum heild minkað um avleiðingarnar á toknuheilsuna hjá fiskinum, sum álop av pinkuhvalspýggjum annars føra við sær. Somuleiðis eru lúsatølini vorðin sera lág av feskvatnsviðgerðini. 

 

Av tí at lívfrøðin er batnað so mikið síðani miðjan septembur, hevur Bakkafrost gjørt av at minka tøkuna í Skotlandi til umleið 1.000 tons í fjórða ársfjórðingi. Fiskurin verður í staðin tikin í fyrsta ársfjórðingi í 2024, tá ið meira fæst fyri fiskin, tí hann er vorðin størri.

 

Fyri at minka um lívfrøðiligu váðarnar í sjógvalingini í Skotlandi, hevur Bakkfrost endurskoðað strategiina fyri sjógvalingina komandi árini. Ein nágreinilig váðameting er gjørd av øllum aliøkjum, og váðin fyri at ala á einstøku aliøkjunum er mettur í mun til, hvør laksastamma verður nýtt, hvør smoltstøð hevur framleitt smoltini, smoltstødd og nær á árinum tað er ráðiligt at seta út í økinum. Niðurstøðan er, at Bakkafrost fer at leggja enn størri dent á at brúka egin framleidd hágóðsku stór-smolt, í fyrsta umfari frá Applecross smoltstøðini. Avleiðingin fyri 2024 verður, at nærum øll sjósett smolt verða latin frá Applecross. Ein onnur avleiðing er, at smolt ikki verða sett út aftur á summi aliøkir, fyrr enn váðin er minkaður, við at tað verða útsett størri hágóðsku smolt. Nøkur aliøkir fara ikki at hava stóran fisk í sjónum í triðja ársfjórðingi, tá ið váðin er størstur. Miðað verður eftir at umleið 70% av samlaðu tøkuni í 2024 verður í fyrra hálvári.

 

Smoltalingin í Skotlandi mennist alsamt, við útbyggingunum av Applecross smoltstøðini. Fyrsta royndarútsetingin haðani var í mai 2023, við eini miðalvekt á 250g. Í 2024 verður útsetingin frá Applecross umleið 9,1 milliónir smolt á 200-300g, sum er umleið 98% av samlaðu útsetingini fyri 2024. Tá ið Applecross smoltstøðin er liðug, um ársskiftið 2024/2025, verður smoltstøðin før fyri at framleiða øll neyðugu smoltini til skotsku alingina hjá Bakkafrost, við eini miðalvekt um 200-300g. Sum ávíst í føroysku alingini, eru stórir fyrimunir við at hava stór hágóðskusmolt, tí tey vaksa styttri tíð í sjónum og eru sostatt minni útsett fyri váðar. Í fjórða ársfjórðingi 2023, var miðalvektin av sjósettu smoltunum í Skotlandi 113g, ið er 2% lægri enn sama tíðarskeið árið fyri.