Útlendingar skulu útihýsast úr føroyskari fiskivinnu

- Føroyingar skulu eiga fiskivinnuna einsamallur, heldur Hendrik Old, tingmaður

- Útlendingar skulu ikki sleppa at sleppa at gera íløgur í føroyska fiskivinnu yvirhøvur.

 

Tað heldur Hendrik Old, tingmaður.

Hann heldur, ata nyttar einki at áseta ávíst mark fyri, hvussu nógv, útlendingar kunnu eiga í fiskivinnuni í Føroyum, tí tað fer bara á glið.

 

Fyri at hava skil á støðuni, er einasta loysnin at nokta fyri, at útlendingar eiga nakað yvirhøvur, sigur Hendrik Old.

 

Hann er sannførdur um, at ein týðandi orsøk til, at hallið á fíggjarlógini er so stórt, er tí at ein stórur partur av avlopinum í okkara fiskivinnu, fer av landinum.

 

- Vit missa ikki bara avlopið av landinum, men eisini alt, sum hetta virksemið kastar av sær av øðrum virksemi, sigur hann.

 

Hann heldur, at hetta fær vanlukkluligar avleiðingar fyri íløgurnar í føroyska vinnulívið, tí peningurin, sum skuldi brúkast til íløgur, fer av landinum til útlendskar eigarar.

 

- Føroyingar hava rikið okkara fiskivinnu einsamallir í yvir hundrað ár og tað eiga vit at halda fram við, sigur Hendrik Old.

 

Tað er púra óskiljandi, at samgongan bara letur standa til, uttan at hugsa um, at ein króna av avlopinum liggur eftir í Føroyum.

 

Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini sigur, at er politiskur vilji til tað, er einki yvirhøvur, sum forðar fyri at fáa útlendingar úr føroysku fiskivinnuni, tí øll loyvini ganga út í 2018.

 

Men hann heldur, at tað er skeivt at gera tað.

 

- Eg haldi, at tað er rætt at loyva útlendingum at gera íløgur í Føroyum, men teir skulu taka atlit at føroyskum viðurskiftum, og tað haldi eg ikki, at summir gera í dag, sigur hann.

 

- Tað líkist ongum og tað verður eitt krav, at vit gera nakað við tað, leggur hann afturat.