Útlendingur omandottin í Vágum

Fyrr í kvøld datt ein amerikanskur ferðamaður oman í fjøllunum í Vágum

Fyrr í kvøld datt ein amerikanskur ferðamaður oman í fjøllunum í Vágum.

 

Teir vóru tríggir mans farnir í fjøllini. Ein amerikanari og tveir danir.

 

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at maðurin fór á glið, tá teir vóru uppi við Stóragil vestan fyri Sandavágsháls. Teir gingur norðu ímóti Ranghálsi, tá hann fór á glið oman í Rangadal. Hann gleið nógvar metrar oman, fór í leysari luft, og tá hann lendi, rendi hann høvdið í ein stein og fekk skaða í høvdið.

 

Vakthavandi sigur, at tyrla fór eftir manninum og flutti hann á Landssjúrkahúsið. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott